FC Barcelona vann í kvøld 4-0 á Real Madrid á Santiago Bernabéu í Madrid. Luis Suarez skoraði tvær ferðir, meðan Neymar og Andrés Iniesta skoraðu hini bæði. Serliga málið hjá Andrés Iniesta var framúr gott.
Lionel Messi byrjaði á bonkinum, meðan Rafael Benitez valdi at byrja við James Rodriguez, Gareth Bale, Karim Benzema og Cristiano Ronaldo á vøllinum. Tað er ólíkt venjaranum, sum sjálvur er úr Madrid.
Tað var tíðliga greitt, at Real Madrid ikki hevði spælararnar at órógva tiltikna Barcelona-spælið. Longu aftaná ellivu minuttir spældi Sergio Roberto framherjan, Luis Suarez, leysan í brotsteiginum. Luis Suarez var tryggur við uttari síðu av fótinum.
Stutt fyri hálvleik økti Neymar, tá sami Luis Suarez vísti sínar dygdir í verjustøðu. Andrés Iniesta lyfti bóltin inn um verjua hjá Real Madrid, har Neymar úr vinstru kundi økja til 2-0. Neymar var á markinum til rangstøðu.
Eyðmýktu Real Madrid
Í seinna hálvleiki helt Barcelona áfram at skora. Fyrst kom dagsins mál, tá Andrés Iniesta, eftir bandaspæl við Neymar, sendi bóltin upp í málhornið. Eitt korter fyri tíð staðfesti Luis Suarez sigurin, tá hann tætt undir málinum sendi bóltin heilt út við handara síðunet.
Móti endaðu kókaði yvir hjá onkrum av Real Madrid spælarunum. Millum annað fekk innskifti Isco beinleiðis reytt kort, fyri at sparka Neymar.
Real Madrid áskoðararnir vóru sera ónøgdir við avrikið hjá heimaliðnum, og klappaðu millum annað, tá Andrés Iniseta bleiv útskiftur, meðan Cristiano Ronaldo tóktist fáa nøkur ýl eftir sær. Venjarin hjá Real Madrid, Rafael Bentiez, er ein kroystur maður, hóast hetta bara er annað tapið hetta kappingrárið.
Lionel Messi kom á vøllin seinastu løtuna, tá Barcelona tóktist huga sær meiri enn nakað annað á vøllinum. Fyri Real Madrid var Cristiano Ronaldo nær við nakrar ferðir, men sum heild var avrikið langt frá nokk til at fáa nakað móti Barcelona, sum nú er seks stig frammanfyri kappingarneytarnar úr Madrid.
Tó tykist tað løgið, at Rafael Benitez veldur at byrja við fýra so framrættaðum spælarum til ein slíkan dyst. Hetta minnir um, tá José Mourinho í sínum fyrsta El Clasico, sum venjari hjá Real Madrid, valdi at byrja við sera framrættaðum liðið. Tá vann Barcelona 5-0. Hann byrjaði ongantið aftur við eins framrættaðum liði.
Real Madrid - Barcelona 0-4 (0-2)
0-1 Luis Suarez, 11
0-2 Neymar, 39
0-3 Andrés Iniesta, 53
0-4 Luis Suarez, 74