Barca basti Brandi

FCK og Brandur eru úti av UEFA Youth Cup, eftir at teir taptu 4-1 fyri Barcelona

Katalanska stórfelagið gjørdist ein ov stórur biti fyri U19 liðið hjá FCK, sum hevði skálvíkingin Brandur Hendriksson Olsen á liðnum allan dystin.

 

Eftir at FCK kom á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, so stóð Barcelona á tí mesta restina av dystinum. Tað endaði við at Barcelona vann rímuliga greitt 4-1, men FCK hevi sínar møguleikar.

 

Brandur spældi allan dystin

 

Brandur Hendriksson Olsen byrjaði inni á miðvøllinum hjá FCK. Sum annar av tveimum sentralum miðvallarum var hann tann, sum hevði fleiri framrættaðar uppgávur.

 

Fyrstu tjúgu minuttirnar hevði FCK tamarhald á dystinum og kom eisini á odda. Tað hendi eftir at málverjin hjá Barcelona bjargaði einum fríleypara. Bólturin datt fyri føturnar á høgra bakkinum, Anders Ravn Nielsen, sum róligur lyfti bóltin í málið til 1-0.

 

Barcelona vendi dystinum við tveimum málum fyri hálvleik. Avgerðin kom eitt korter fyri tíð, tá Barcelona fekk brotsspark, sum bleiv umsett til mál. Móti endanum økti Barcelona til 4-1 við góðum máli. Tá var Brandur skumpaður fram á framrættaða miðvøllin.

 

Heimaliðið vísti eisini í løtum, at teir hava fleiri framúr spælarar við góðum bóltførleika. Tá tað er sagt, so bleiv FCK ikki beinleiðis útspælt og hevði eisini sínar málmøguleikar, men tók ikki av.

 

Besti spælari á vøllinum mundi verða spanski Barcelona spælarin, Munir El Haddadi. Hann skoraði tvey mál og vísti framúr bóltførleiki og evnir til at koma framvið mótstøðuspælarum.

 

Brandur troyttur

 

Brandur hevur verið ein lyklaspælari á miðvøllinum hjá FCK, men í dag hevði hann trupult við at gera seg galdandi. Barcelona spælararnir vóru óvanliga tryggir á bóltinum og tí endaði miðvøllurin hjá FCK meiri við at renna aftaná bóltinum.

 

Brandur stríddist manniliga og bleiv av tí sama, at síggja til, troyttur móti endanum. Venjarin tók avleiðingina og skifti ein nýggjan mann á miðvøllin og skumpaði Brand longur fram á vøllin. Ein leiklutur hann røkti móti Real Madrid, tá hann var upphav til bæði mál og reytt kort.

 

Fyrsta tapið hjá FCK

 

Av tí at talan bara er um ein dyst í áttandapartsfinaluni í UEFA Youth League, so er Barcelona víðari, meðan Brandur og FCK eru úti av kappingini á hesum sinni.

 

Hetta er fyrstu ferð, at FCK tapur í hesi kappingini. Teir taptu ongan dyst í bólkaspælinum. Samanumtikið kunnu spælararnir í FCK verða stoltir av luttøkuni hjá danska felagnum í UEFA Youth Cup.

 

Áttandapartsfinalur:

FC Barcelona – FCK 4-1

CSKA Moskva v Paris Saint-Germain

Club Atlético de Madrid v Manchester City FC

Chelsea FC v AC Milan

Real Madrid CF v SSC Napoli

SL Benfica v Austria Wien

Arsenal FC v FC Shakhtar Donetsk

Real Sociedad de Fútbol v FC Schalke 04