Barca bakkar

Joan Laporta, forseti í Barcelona, sigur nú alment, at hann ikki hevur nakrar ætlanir um at royna at keypa Cesc Fabregas frá Arsenal í summar. Fabregas er upprunaliga úr Barcelona, men sum 16-ára gamal kom hann til Arsenal. Síðani hann fekk sítt gjøgnumbrot her, hevur støðugt ljóðað, at Fabregas fyrr ella seinni fer aftur á Camp Nou, og tó at tað helst er sannlíkt, so sigur Laporta, at Faregas ikki stendur serliga ovarliga á teirra ynskilista júst her og nú. Laporta fer frá sum forseti í Barcelona í summar, og tí eru fleiri, sum hóst útsagnina frá forsetanum rokna við, at Fabregas verður eitt tema í valstríðnum í felagnum.