Eftir óvæntað tap í Champions League í farnu viku, var Barcelona aftur í rætta essinum í gjárkvøldið. Barca spældi ímóti Real Zaragoza í sponsku landskappingini, og tað endaði við stórsigri til Barca. Í hálvleikinum var støðan 3-0 til Barcelona, og í seinna hálvleiki skoraði Barca trý mál afturat. Zaragoza fekk eitt troystarmál, so dysturin endaði 6-1.