Børn kring heimin fara framyvir at kunna spæla við eina Barbie-dukku, sum hevur Downs syndrom
Mattel, felagið, sum ger vælumtóktu leikuna, vísti í gjár fram eina nýggja útgávu av dukkuni.
Hon hevur Downs syndrom, og orsøkin til hesa nýggju útgávuna er, at fleiri børn skulu kunn síggja seg sjálvi í dukkunum, sigur Mattel.
– Barbie eru ein týdningarmiklan leiklut í upplivingum hjá smáum børnum, og vit vilja fegin gera okkara til at mótarbeiða sosialari avmarking gjøgnum spæl, sigur stjórin í Mattel, Lisa McKnight sambært tíðindastovuni AFP.
– Mál okkara er at syrgja fyri, at øll børn síggja seg sjálvi í Barbie samstundis við at elva børnum til at spæla við dukkur, sum ikki líkjast tær sjálvum.
Nýggja útgávan av Barbie-dukkuni hevur andlit og kropp, hvør mál er at »vísa eina kvinnu við Donwn syndrom, við styttri kroppi og longri bul«, sigur Mattel.
Dukkan er ment í samstarvi við amerikanska felagið Nationa Down Syndrome Society.
##med2##
Tá tú hevur Downs syndrom, hevur tú eitt eyka kromosom, sum hevur ávirkan á, hvussu kroppurin og heilin menna seg.
Tað eru 175 útgávur av Barbie-dukkuni. Í juli kemur ein filmur um figurin Barbie við Hollywood-stjrnunum Margot Robbie og Ryan Gosling í høvuðsleiklutunum.
/ritzau/












