VINNARI
Um tvær vikur fyllir Barbara Tausen 18 ár, men hon hevur helst longu fingið bestu gávuna, hon kundi ynskt sær – eina ferð fyri tvey til Italiu, tá Føroyar og heimsmeistararnir spæla.
Hesa gávu hevur Barbara fingið, tí hon tók lut í kapping í Sosialinum, har henda fótbóltsferð var vinningurin. Millum eina ørgrynnu av innsendum seðlum, var hennara drigin upp úr bunkanum, og Barbara Tausen duldi ikki yvir, at hon var ógvuliga fegin um vinningin.
– Hetta er eitt sindur av einum dreymi, segði Barbara, tá hon var framvið í Miðlahúsinum í gjár.
Barbara spælir sjálv við B36, og fylgir væl við í fótbólti. Tíverri hevur hon verið skadd tey bæði seinastu árini, men sum Barbara sjálv sigur, so er fótbóltsferðin eitt plástur upp á sárið í so máta.
Sjálvandi vinna Føroyar
Leygardagin 2. juni spæla Føroyar og Italia á Tórsvølli, men Barbara hevur enn ikki gjørt av, um hon skal fara at hyggja tá.
– Eg havi einki atgongumerkið keypt mær enn, men tað er kanska heldur ikki neyðugt at fara á Tórsvøll, tá eg sleppi til Italiu í staðin, flennir Barbara, sum er ógvuliga spent upp á ferðina.
– Eg havi ongantíð verið aðrastaðni enn í Danmark og Noreg, so at sleppa ein sovorðnan túr verður stuttligt, heldur Barbara, ið fer at bjóða sjeikinum við.
Spurd um, hvørjar vónirnar til ein tílíkan dyst eru, svarar Barbara flennandi, at sjálvandi vinna Føroyar.
Dysturin á útivølli móti heimsmeistarunum verður leiktur í november. Tá gongur Barbara í øðrum flokki í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tað merkir, at hon má biðja sær frí til ferðina.
– Eg má fáa frí, sigur Barbara, og leggur so avgjørd, men smílandi aftrat, at tað vera so ikki skúlatingini, sum halda henni aftur í at fara.









