Ein "Emmy" sjónvarpsvirðisløn er javnsettt við at vinna eina "Oscar" filmsvirðisløn.
Norska sjónleikarakvinnan, Anneke von der Lippe, sum nógvir føroyingar kenna frá leiklutinum, sum Barbara í filminum hjá Niels Malmros frá 1997 hevur vunnið eina stórfingna altjóða Emmy virðisløn í New York.
51 ára gamla Anneke von der Lippe fær Emmy virðislønina fyri, at verða tann besti kvinnuligi sjónleikarin. Virðislønina fær Anneke von der Lippe fyri leiklut sín, sum Helen Sikkeland í vælumtóktu norsku sjónvarpsrøðini "Øyevitne". Anneke von der Lippe var í kapping við bretsku Sheridan Smith og brasilsku Fernanda Montenegro at vinna virðislønina.
Anneke von der Lippe er fyrsti persónurin úr Noregi, sum vinnur eina Emmy virðisløn. Við norska TV2 sigur Anneke von der Lippe, at hon er ovurfegin um virðislønina. Hon hevði ikki væntað nakað, sum helst, og tað var ein stór løta fyri hana, tá øll reistu seg fyri at heiðra hana við nógvum lógvabrestum.
Anneke von der Lippe varð eisini nominerað til eina Emmy virðisløn í 2005 fyri sín leiklut í norsku sjónvarpsrøðini "Ved Kongens bord". Hon hevur áður vunnið altjóða Chaplin virðislønina, og donsku Bodil virðislønina, sum hon vann í 1996 fyri leiklutin, sum Eva í filminum "Pan".
Hetta er 43. ferðin altjóða Emmy sjónvarpsvirðisløninirnar verða latnar.