Fyrsti luttakarin til stóru finaluna av Nósabarnaprix, sum verður tann 6. november. Barbara Petersen vann við sanginum Du er den jeg vil ha´.
Nógv fólk, bæði stór og smá, høvdu leitað sær niðan í SMS leygardagin, fyri at síggja og hoyra ungu songstjørnunar, sum trinu á pallin. Allir luttakarar høvdu góðar framførslur, men tá ið dómararnir komu við úrslitinum, varð tað Barbara Petersen við sanginum Du er den jeg vil ha´, sum bleiv nummar eitt. Nummar tvey gjørdist Suffía Lind við sanginum Du er den jeg vil ha´.
Ein teirra sum skaraði burturúr var lítla Gunnbjørg Amundsen sum kom á 3.plássi. Hon sang sangin Bølle Bob. Framførsla hannara var serstakliga góð, og hon dugdi avbera væl at syngja og upptraðka.
Á heimasíðunum www.barnaprix.fo, www.sms.fo og hjá høvuðsstuðlinum www.nosi.fo ber til at finna ymiskt tilfar, so sum reglur og annað um tiltakið.
Frásøgumaður er vælkendi Kári Sólstein, sum er kendur frá millum øðrum Barnaútvarpinum.
Annað innleiðandi umfar verður á torginum í SMS leygardagin tann 16.oktober klokkan 17.00. Atgongumerki kostar kr.60,-, sum er at fáa við dyrnar 1 tíma, áðrenn tiltakið byrjar.
Nósabarnaprix 2004 er stuðlað av Føroya Banka, SMS og Burger King.