Barbara Vang í uppskoti til bankanevnd

Fimm valevni eru stillað upp til at koma í nevndina í BankNordik á aðalfundinum 31. mars.

 

Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen og Jógvan Jespersen hava boðað frá, at tey taka við afturvali til nevnd bankans.

 

Súsanna Poulsen hevur boðað frá, at hon ikki tekur við afturvali til nevnd bankans.

 

Nevndin mælir til afturval av Stine Bosse, sum er forkvinna, Rúna Vang Poulsen, sum er næstformaður, og Jógvani Jespersen, og til val av Kim Jacobsen og Barbaru Pállsdóttir Vang til nevnd bankans.

 

Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund.

 

Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður óbroytt galdandi fyri 2017.

 

Samsýningarnevndin mælir sostatt til hesar samsýningar til nevndarlimirnar:

 

Nevndarforkvinnan fær 50.000 krónur um mánaðin.

 

Næstformaðurin fær 33.333 krónur um mánaðin.

 

Nevndarlimir fáa 16.667 krónur um mánaðin.