Komandi vikuskifti verður høvi at síggja og frætta um mótasýningina hjá Barbaru í Gongini í Müllerspakkhúsi Danish Fashion Institut og Danish Design Center hava kosið Barbaru í Gongini sum ein av fýra í »NEW GENERATION BRAND«. Tískil er hennara merki boðið við til ta ambitiøsu verkætlanina »Bright Green Fashion«. Tað er ein workchoop, sum skal viðgera og sniðgeva soleiðis, at bæði tilevnani og produkt kunnu kalla seg umhvørvisvinarlig.
Endamálið við verkatlanini er at savna teir fremstu sniðgevararnar í Danmark saman við teim fremstu úr Berlin til at kjakast og arbeiða seg fram til realistiskar loysnir innan »Sustainabel Fashion« - burðardygga mótavøra.
Tað sum er serstakt við hesi verkatlan er, at her er lyklorið Móti og síðan burdardygni. Endarmálið er at gera burðardyggan móta eggjandi og miðjað verður móti at viðgera øll lið, frá vali av tilfari, flutningi, bjálving o. m. a, og hettar skal vera ein sjálvfylgja í øllum feløgum í framtíðini.
Í tríggjar dagar varð arbeitt og kjakast fyri at finna fram til loysnir, og reglur vórðu settar fyri, hvussu arbeiðast skal fyri at náa málinum um umhvørvivvinarligan atburð. Eisini bleiv hugt at altjóða reglum og problematikki viðvíkjandi recycling v.m.
Feløgini binda seg til heilt ella lutvís at gera umhvørvisvinarligar búnar, og trý sett verða útvunnin og sett í framleiðslu sambært hesum nýggju reglum og skulu somuleiðis vera partur av summarkollektiónini sum skal seljast á summri 2010. Hvør sniðgevi fær í mesta lagi 10 búnar við á framsýning, soleiðis at høvi verður at vísa ein størri breidd.
Felagið hjá Barbaru í Gongini hevur frá byrjan havt eina holistiska áskoðan á hesum øki, og hevur sostætt longu royndir, og stórur partur er gjørt umhvørvisvinarliga.
Verkatlanin verður víst á Ráðhúsinum í Keypmannahavn 28. august í samband við DESIGNUGEN og eisini á altjóða veðurlagsrádstevna sum verður hildin í Keypmannahavn seinni í ár.
Barbara í Gongini kemur heim at kunna um sítt merki og verður sostatt eisini høvi at síggja mótasýningina, sum varð sýnd á mótavikuni august 08, sum fekk so góða umrøðu.
Eisini verður høvi at ogna sær pløgg frá summarkollektiónin 09.
Barbara í Gongini verður at hitta í Múllers Pakhúsi 15. og 16. mai.