Einkjan eftir Frank Sinatra, Barbara Sinatra, er deyð. Hon gjørdist 90 ára gomul.
Gaffa.dk skrivar, at sambært NME, doyði hon stillisliga heima á Rancho Mirage í California.
Hon var eisini kend sum Lady Blue Eyes. Hon var gift Frank Sinatra í 1976, og til deyða hansara í 1998. Frank Sinatra var giftur fýra ferðir, og hjúnalagið við Barbaru vardi longst.
Í 2008 gav hon út bókina Lady Blue Eyes: My Life With Frank.










