Føroyski sniðgevin Barbara í Gongini er vorðin eitt viðurkent navn í altjóða mótaídnaðinum, og hennara snið verða seld í 120 handlum í 35 londum.
Havnardaman við teimum sermerktu avantgarde sniðunum, ið vanliga hava grátt og svart sum teir dominerandi litirnir, var herfyri í donsku sjónvarpssendingini Lorry á TV2, har fyritøkan, við hennara navni varð lýst.
Hyggið at innslagnum á TV2 Lorry her
Í løtuni arbeiða 14 starvsfólk í hølunum á Grønttorvinum í Valby og fyritøkan stendur í vøkstri, sambært Lorry er sølan árliga 12,5 mió og hevur vøksturin seinastu árini verið ein árlig tvífaldan av umsetninginum. So væl gongur tað, at hølini í Valby skjótt verða ov lítil.
Barbara í Gongini er heldur opinskára um, hvørjar kenslur hon situr við, nú fyritøkan hevur fingið so gott flog, hon sigur, at hon hugsaði: “Det var godt nok satans!”.
Hóast Barbara er eitt viðurkent navn í mótabýum kring heimin, so er tað ikki í Danmark, har fyritøkan húsast, at hon er best dámd, tí einans 5% av søluni er í Danmark.