Leygardagin 5. august høvdu Sosialistisk Ung á Tvøroyri, og nú hava tey skipað nevndina.
Eftir tvey ár sum forkvinna, hevur Barbara Gaardlykke Apol nú sagt sessin frá sær, og nýggj forkvinna er Karin Reginsdóttir Joensen. Fyrrverandi forkvinnan heldur tó fram sum kassameistari.
Næstformaður er Manne Næs Mortansson og skrivari er Bartal Súsonnuson Hansen.
- Afturat teimum siðbundnu nevndarsessunum er altjóða skrivari valdur, sum hevur ábyrgd fyri samband og samskifti við ungmannafeløg og felagsskapir, sum SU er limur í. Guðrun Durhuus verður altjóða skrivari, skrivar SU í fráboðan.
Sára Maria Dalsgarð, Elma Næs Mortansdóttir og Paul Kjartan Matras og Magnus Høgenni verða nevndarlimir.
Í útisetanevndini sita fimm umboð: Jógvan Kallsgarð, Erhard Petersen, Magnus Høgenni, Andrias Høgenni og Guðrun Durhuus.
Á myndini eru tey aftanfyri frá vinstru, Magnus Høgenni, Rói Dam Dalsgarð og Manne Næs Mortansson. Fremra rað frá vinstru standa Paul Kjartan Matras, Bartal Súsonnuson Hansen, Barbara Gaardlykke Apol, Karin Reginsdóttir Joensen, Elma Næs Mortansdóttir og Sára Maria Dalsgarð.