Barbara sigur, at hon seinastu tíðina hevur fingist við sera ókomersiella sniðgeving, men nú fer hon undir at royna seg á tí kommersiella pallinum, og eingin ivið er um, at hetta eru ikki hissini støð, hon roynir seg. París, London og Berlin eru millum teir mest spennandi býirnar á mótaøkinum, og bæði Pret a Porter og Bread & Butter í Berlin, eru sera týdningarmiklar messur.
Barbara hevu í løtuni úr at gera, við at sniðgeva sítt vetrarúrvæl. Hon heldur, at hetta er ein sera spennandi tíð, nógv hendir á mótaøkinum, serliga í norðan londum. So tað er fantastiskt at arbeiða í hesum kreativa umhvørvinum millum øll hesi nógvu gávuríku fólkini, sigur Barbara.










