Barbara í Gongini letur Mads Mikkelsen í

Føroyski sniðgevin Barbara í Gongin er hipp í Berlin. Tí hevur týska blaðið "Tush" valt at lata Mads Mikkelsen í klæðini frá henni til eina stóra myndareportasju.
- Tey dáma væl mín androgyna stíl, sigur Barbara.

Mads Mikkelsen er ein tann kendasti danski sjónleikarin í løtuni. Filmurin "Coco Chanel & Igor Stravinsky", har hann hevur høvuðsleiklutin, er at síggja á bioløriftinum nú.

Í hesum sambandi gjørdi blaðið "Tush" eina samrøðu við hann.

- Tey vildu gera eitt skemtiportrett av honum og ringdu til mín og spurdu, um eg kundi senda nakrar "klútar" niður, fortelur Barbara í Gongini.

Hon væntaði, at tey kanska fór at nýta okkurt av hennara klædnapløggum, men tá hon fekk blaðið í hendurnar, sá hon, at tey høvdu brúkt alt, sum hon hevði sent, og eisini stylað hann á sama hátt, sum hon stylar sínar modellir.

- Hetta er dreymastoff fyri ein sniðgeva. Mads hevur stórt trúvirði og er ein ekstremt flottur persónur, sigur hon.

Týskarar hava víst stóran áhuga fyri tí androgyna sniðinum hjá Barbaru. Androgynt merkir at tað eru snið, ið bæði menn og kvinnur kunnu nýta.

Handlarnir, sum selja klæðini hjá henni, eru sjálvandi glaðir fyri at fáa ein so kendan persón sum Mads Mikkelsen sum modell.

- Nú skilja fólk betri hvat míni klæði kunnu brúkast til, sigur Barbara.