En God Sag er eitt samstarv millum 100 ymiskar hjálparfelagsskapir í Danmark, ið saman royna at bróta uppúr nýggjum, tá tað kemur til innsavnan av peningi til vælgerandi endamál. Nýggjasta hugskotið er ein uppboðssøla av sniðum hjá kendum donskum sniðgevum. Millum hesi er ein kjóli av Barbara í Gongini Hesin kjólin er partur av nýggju sniðunum, ið Barbara í Gongini fer at lata úr hondum í januar/februar, tá hon hevur eina nýggja sonevnda lookbook klára.
Sniðgevararnir avgera sjálvir, hvat gott endamál peningurin, ið kemur inn fyri teirra snið, fer til. Her eru nógvir kendir sniðgevar og eisini nógvar ymiskir felagsskapir, ið fáa stuðul. Uppboðssølan fór av bakkastokki 6. november á uppboðsøluheimasíðuni qxl.dk-engodsag-dk.
Higartil eru 9 boð komin upp á kjólan hjá Barbaru, og prísurin var við prent byrjan komin upp á kr. 320. Hetta er sjálvandi ein sera lágur prísur fyri ein sniðgivnan kjóla.. Prísirnir á uppboðssøluni eru sum heild ikki so høgir enn, men sum evstamark 20. november kl. 19.00 nærkast, fara teir ivaleyst upp.
Fleiri heilt kendir sniðgevar eru við, eitt nú Susanne Rützou, ið gevur eina silkitunika við rhínsteinum til Kræftens Bekæmpelse, Múus við Malou Sander, ið gevur ein zebra frakka í ull, við eini persónligari heilsan frá sniðgevanum broderaðum í fórið til Børnefonden.
Fyrrverandi pornosjónleikarkvinnan Katja K. gevur eini leðursjorts, tað er tó ikki greitt hvønn felagsskap hon hevur valt at geva peningin til.
Nøkur av sniðunum kunnu síggjast á planet.fo undir myndafrásøgn.