Áhugin fyri listini hevur altíð ligið í Barbaru. Upprunaliga søkti hon á listaháskúla, tá hon var 19 ára gomul, tí hon vildi vera listafólk, men hon manglaði royndirnar. Hon hevur altíð fingist við klæðir, og tí var tað natúrligt, tá hon flutti seg yvir í mótaheimin, har hon fekk umsett hugskot til ítøkilig skapanarverk.
–Snið kann vera list og list kann vera snið. Tað kemur ann uppá, hvussu stóra listarliga tilgongd ein velur at leggja í verkið, sigur Barbara í Gongini, sum mikukvøldið fekk handað Mentanarvirðisløn Landsins.
Sjálv lýsir hon seg sjálva sum eitt produkt av tveimum heimum. Hon er føroyingur, og tað liggur djúpt í henni, men hon hevur eisini altíð kent ein longsil innan í: Eina tráðan út í heim.
– Eg haldi, at tað er nokkso ekstremt at búgva í Føroyum og at vera føroyingur. Í Føroyum merkir tú orkuna, tí náttúran er blendandi vøkur, og oyggjarnar eru avbyrgdar í Norðuratlantshavinum, sigur hon.
Hon hugleiðir aftur á barnaárini í Føroyum. Um ommu og abba sín Emmu og Eyðun, sum var nógv úti í náttúrini saman við á Skarvanesi.
–Eg var ofta á fjalli, niðri í fjøruni og eg luttók, tá seyðurin skuldi rekast og flettast. Hetta nærsambandið, sum eg havi havt við tað serføroyska hevur fylgt mær í yrki mínum, og eg haldi, at tað er frá hesum, at eg havi fingið míni virði, so sum burðardygd og djóravælferð. Hetta eru millum annað virði frá slaktinum, tá alt av seyðinum verður brúkt, og tað skapar ein felagsskap bygdini. Hetta hevur myndað meg, hóast nógv av tí, sum hendir í mótaheiminum er í andstøðu til hetta. Tó, so er áhugavert at uppliva, hvat hevur virði aðra staðni í heiminum, sigur hon.
Les alla samrøðuna við Barbaru í Gongini í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.