Barbara í Gongini

Seint í gjárkvøldið var stóra mótashowið hjá Barbaru í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Barbara hevði tað seinastu sýningina á donsku mótavikuni - kanska tí danir vilja goyma tað besta til seinast. Í fjør fekk Barbara framúr góð ummæli fyri sína sýning, og vit vildu fegin kunnað sagt tykkum hvørja móttøku sýningin fekk í ár, men tá blaðið fór til prentingar, var enn einki at frætta úr danska høvuðsstaðnum.
Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at Barbara var trúgv móti sínum avantgardekenda stíli. Les stóra samrøðu við Barbaru í Vikuskiftinum.