Barbara gevst á Kvinnu

Eftir 10 mánaðir í starvinum gevst Barbara Samuelsen sum blaðstjóri á Kvinnu. Barbara hevur hesa tíðina verið í farloyvi frá starvi sínum í Kringvarpinum, men við Dimmalætting sigur hon, at hon nú leitar aftur til Kringvarpið. - Sum programfólk arbeiði eg sjálv við sendingunum, men sum blaðstjóri býti eg arbeiði út. Mær dámar væl at vera úti í feltinum, og tað føli eg at eg geri sum programfólk, sigur hon við blaðið.