Barbara Bush er deyð

Hon var bæði forsetamamma og forsetafrúa

Í gjár doyði fyrrverandi forsetafrúan í USA, Barbara Bush, eftir longri sjúkralegu. Hon varð 92 ára gomul. 

Barbara Bush var gift George H.W. Bush, sum var forseti í USA frá 1989 til 1993. Hon var mamma George W. Bush, sum var forseti frá 2001 til 2009.

Barbara Bush fekk skurðviðgerð í hjartanum í 2009, og hon hevur eisini fingið viðgerð fyri aðra sjúku. Talsmaður fyri Bush-familjuna sigur at heilsan hjá Barbaru Bush var vánalig, og nú vildi hon ikki longu hava læknaliga viðgerð. 

Í tíðini sum forsetafrúa stuðlaði Barbara Bush arbeiðnum at styrkja lesiførleikarnar hjá amerikanarum.