Barak ímóti at leypa á Iran

Tað hevur leingi ljóðað, at tað er ikki semja í ísraelsku stjórnini um eitt møguligt álop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran, og nú avdúkar blaðið Haaretz, at Ehud Barak, verjumálaráðharri, er ímóti ætlanini.

Keldurnar hjá blaðnum siga, at fyri tveimum mánaðum síðani tók Barak undir við hugskotinum um at leypa á mál í Irak, men at hann nú er ímóti.

Ehud Barak segði seg úr Arbeiðaraflokkinum í fjør, men ísraelskir fjølmiðlar siga, at hann ætlar sær aftur upp í flokkin. Sambært fjølmiðlunum gongu hann eisini við tonkum um at taka upp samstarv við Tzipi Livni, forkvinnuna í Kadima-flokkinum og fyrrverandi uttanríkisráðharra.