Barak gevst í politikki

Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, boðaði í dag frá, at hann hevur gjørt asv at gevast í politikki, og at hann tí ikki stillar upp á tjóðartingsvalinum, sum verður í januar.

Ehud Barak var í ísraelska herinum í mong ár og endaði sum generalur har, áðrenn hann fór upp í politikk. Í 1995 gjørdist hann fyrstu ferð ráðharri, tá hann varð settur at umsita innanríkismál í stjórnini hjá Yitzhak Rabin. Tá Shimon Perez tók við sum stjórnarleiðari, gjørdist Brrak uttanríkisráðharri, og frá 1999 til 2001 var hann forsætisráðharri.

Ehud Barak hevur verið verjumálaráðharri síðani 2007.