Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, ætlar sær burtur úr Arbeiðaraflokkinum, sum hann er formaður í, og ístaðin fer hann at stovna nýggjan flokk. Tað skriva ísraelskir fjølmiðlar í dag.
Sambært fjølmiðlunum hevur Barak kunnað tjóðartingið, Knesset, um avgerð sína, og sum skilst fara minst tveir aðrir ráðharrar hjá Arbeiðaraflokkinum við honum. Teir skulu so stovna tann nýggja flokkin.
Arbeiðaraflokkurin er partur av ísraelsku stjórnarsamgonguni, men tað er ikki greitt, hvørja ávirkan avgerðin hjá Ehud Barak fær á samgonguna.
Tann 68 ára gamli Ehud Barak, sum var ísraelskur forsætisráðharri frá 1999 til 2001, hevur verið formaður í Arbeiðaraflokkinum síðani 2007.