Barack Obama, forseti í USA, hevur nú alment givið til kennar, at hann stuðlar Hillary Clinton í royndini at gerast amerkianskur forseti.
Hillary var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Obama fyrstu 4 árini.
- Eg kann næstan ikki bíða eftir at sleppa í valdyst saman við Hillary, sigur Obama, ið eisini sigur, at ongantíð hevur nakar verið betri skikkaður til embætið, enn Hillary.
Hillary Clinton hevur á Twitter sagt seg fegnast um framúrskarandi stuðulin frá einum undangongumanni.










