Lesarir av amerikanska blaðnum Essence hava kosið Will Smith, Queen Latifah og Tyler Perry sum verandi teir afro-amerikanarar, sum hava mest ávirkan.
Will Smith hevur á listanum heitið sum ?biografkempa?, sum vísir á, at hann hevur havt stóra eydnu við filmum sínum í ár. Hann varð tann fyrsti, sum kundi vísa fram sjey filmar á rað, ið hava givið yvir 100 milliónir dollarar.
Frá tónleikarheiminum kárar blaðið hiphopstjørnuna Kanye West, Wyclef Jean og will.i.am.
Maðurin á fyrsta plássinum stavar tó hvørki frá film- ella tónleikarheiminum. Hann er nevniliga ? og tað er kanska ikki at verða bilsin um ? komandi forsetin í USA, Barack Obama.