Bara venjari henda eina dystin

Formaðurin í landsliðsnevndini, Magnus á Stongum, slær fast, at Heðin Askham bert er settur til henda eina dystin og at framvegis verður leitað eftir nýggjum A-landsliðsvenjara.

Nú eitt ættarliðsskifti hómast í úttøkuni av fótbóltslandsliðnum til Íslandsdystin 22. mars, eru fleiri farin at gita, at Heðin Askham ikki bara er settur sum venjari henda eina dystin, men restina av hesum árinum.

Í 3-2 kundi tað eisini ljóða, sum tann nú fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, hevði fingið ta fatan, at talan var um meira enn bara henda eina dystin.

Men formaðurin í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Magnus á Stongum, slær nú fast, at venjarin bara er settur fyri henda eina dystin:

– Eg kann mana allar gitingar um nakað annað í jørðina, og tað hevur eisini alment verið frammi, at Heðin Askham er settur sum høvuðsvenjari til henda dystin. Meira er ikki í tí, og vit leita framvegis eftir einum nýggjum A-landsliðsvenjara, sigur hann.


Upp á sín máta

Viðvíkjandi úttøkuni av føroyska landsliðshópinum til dystin í Kórinn-høllini í Kópavogi sigur Magnus á Stongum, at tað er nakað, venjarin einsamallur hevur ábyrgd av og tekur støðu til:

– Tað ger hann við fullari ábyrgd, uttan at tað upp á nakran máta er upp til okkum at blanda okkum upp í tað. Vit hava sett venjaran, og okkara uppgáva er í øllum førum ikki at taka støðu til nakað, fyrr enn í fyrsta lagi, til dysturin er spældur, sigur landsliðsnevndarformaðurin.

– Somuleiðis virða vit, at Heðin Askham, nú hann hevur kjansin til tað, ger hetta upp á sín máta og tekur tað liðið út, sum hann heldur vera best ført fyri at fáa eitt gott úrslit yviri í Íslandi.




MYNDATEKSTUR:

– Vit leggja okkum ikki útí, hvussu venjarin tekur landsliðið út, sigur formaðurin í landsliðsnevndini, Magnus á Stongum

Mynd: Álvur Haraldsen