Bara útisigrar í okkara undankappingarbólki

Norðurírland vann á Ungarn, og Rumenia vann í Grikkalandi

Meðan vit ikki kunnu verða í nánd av at nevna finska útisigurin í Føroyum at verða óvæntaðan, so ber til at siga, at hini bæði úrslitini í EM-undankappingarbólki I vóru heldur óvæntað.

 

Norðurírland, sum hevur verið spátt at hava lítlan møguleika at vinna seg í EM-endaspælið vann 2-1 á Ungarn í Budapest við tveimum málum ímóti dystarenda.

 

Rumenia vann 1-0 á Grikkalandi í Athen. Grikkaland er seedað ovast í bólkinum, og varð í summar bert eina brotssparkskapping frá at spæla seg í HM-fjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum í Brasil fyrr í summar. 

 

Úrslitini í undankappingarbólki I : 

 

Føroyar - Finnland 1-3 (1-0)



1-0 Christian Holst 40 min
1-1 Riku Riski 52 min
1-2 Riku Riski 78 min
1-3 Roman Eremenko 82 min

 

Grikkaland – Rumenia 0-1 (0-1)

0-1 Cirpin Marica 28 min (brotsspark)

 

Ungarn – Norðurírland 1-2 (0-0)



1-1 Tamas Priskin 75 min
1-1 Nial McGinn 81 min
1-2 Kyle Lafferty 88 min