Bara tvey línuskip undir Føroyum

Átta línuskip fiska í Eysturgrønlandi, og eitt línuskip er ávegis til Íslands.

Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tvey línuskip til fiskiskap undir Føroyum.

 

Annað av hesum skipum kemur inn at landa fyrst í vikuni, sum kemur - og hitt kemur seinni í vikuni. Bæði skipini fáa mest av toski.

 

- Átta línuskip fiska í Eysturgrønlandi og øll, sum ísa, hava landað veiðina í Íslandi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at eitt línuskip er ávegis til Íslands at fiska, og væntandi fara eisini nøkur línuskip undir Føroyar aftur at royna.

 

Streymurin verður harður teir næstu dagarnar, men batnar, sum vikan gongur. Veðurútlitini eru góð fyri næstu viku.

 

- Vit vænta tí, at nakað verður av útróðrarfiski seinni í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.