Tveir útróðrarbátar vóru teir einastu, sum seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, men teir fingu eisini hampiliga góðan prís fyri tey 8.000 pundini, sum teir høvdu.
Umleið helvtin var hýsa. Fyri ta størstu hýsuna fingu teir 16.72 krónur, hýsa II fór fyri 14,84 krónur og hýsa III fyri 12,14 krónur í meðal fyri kilo.
Av hinum var tað mesta toskur. Tann størsti toskurin fór fyri 19,00 krónur, men tað mesta var toskur IV, sum fór fyri 16,80 krónur í meðal.
Teir báðir bátarnir fingu góðar 56.000 krónur fyri tey 8.000 pundini. Meðalprísurin var 13,92 krónur fyri kilo.