Nógvu tey seinastu árini hevur Fótbóltssambandið skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið. Seinastu árini er talið á støðum, har fótbóltsskúlar hava verið, lækkað, og nú boðar FSF frá, at tað í summar bara verða tveir fótbóltsskúlar. Annar fótbóltsskúlin verður á Toftum, og hin verður í Sandavági. Í báðum støåðum verða skúlarnir 27. og 28. juni. Í ár fer tilmeldingin fram á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Latið verður upp fyri tilmelding hósdagin 15. mai.
LesarabrøvLesarabrøv