Berlingske hevur ikki nógv gott at bera fyrstu solo-útgávuni hjá Lindu Andrews »vælter sig i vulgære ballader og ubehjælpelige popsange på et album, hvor hun knap nok selv synes at være til stede«.
Soleiðis skrivar Berlingske millum annað í ummæli sínum av fløguni, Into the Light, sum føroyski X-factor vinnarin hevur sent á marknaðin.
Ummælarin hjá Berlingske finst millum annað at, at tónleikurin á fløguni er alt ov bleytur, og skriva enntá, at hetta fær Celine Dion at ljóða sum punk-tónleik.