Bara tvær kommunur hava minkandi inntøku

Tað eru tvær smáat kommunur í hvør sínum enda í landinum

Av teimum 29 kommununum í landinum, eru tað bara tvær kommunur, sum hava havt minni í inntøku tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár afturímóti í fjør. Í øllum hinum 27 kommununum, er inntøkan hækkað, og nógvastaðni er talan um eina stóra hækking. 

Tær báðar kommunurnar, sum hava havt minkandi inntøku, eru í fjør sínum enda í landinum, og talan er um tvær av teimum allarminstu kommununu, nevniliga Fugloyar Kommuna og Fámjins Kommuna.

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár fekk Fugloyar kommuna slakar 493.000 krónur inn í kommunuskatti og tað eru 8,98 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Í januar til mars í ár hevði Fámjins Kommuna eina inntøku av kommunuskatti upp á slakar 584.000 krónur, og tað er eitt vet minni, ella 0,68 prosent, enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Allar hinar kommunurnar hava havt hægri inntøkur av kommunuskatti tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør. 

Hjá Tórshavnar Kommunu var inntøkan 196 milliónir og tað er ein hækking upp á 8,41 prosent, og hjá Klaksvíkar Kommunu var inntøkan góðar 54 milliónir, og tað er ein hækking upp á 9,87 prosent.

Í triðstørstu kommununi, Runavík, var inntøkan av kommunuskatti góðar 40,4 milliónir tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár og tað er ein framgongd upp á 9,3 prosent aftur ímóti í fjør.

Og í fjórstørstu kommununi, Vága Kommunu, hevur hækkingin verið rættiliga stór, tí har var inntøkan í januar til mars í ár, 19,8 milliónir, og tað eru heili 13,43 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.