Bara tríggir smittutilburðir í gjár

Løgmaður fegnast um, at tað ikki eru fleiri smittutilburðir

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, týsdagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

 

Øll trý eru partur av kendari smittuketu. 

 

2.874 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. 

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað ikki eru fleiri, ið hava fingið staðfest smittuna.

 

– Eg havi eina trúgv um, at vit aftur hesa ferð klára at fanga smittuna í røttu tíð og aftur kunnu liva meira frítt, segði løgmaður í tíðindunum í útvarpinum í áðni.

 

Tilsamans eru nú gjørdar 270.696 kanningar. 697 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 27 persónar smittaðir, og 300 eru í sóttarhaldi.