Bara tríggir flokkar halda javnstøðuna

Enn eru uppstillingarlistarnir ikki lidnir, men higartil uppfylla bara tríggir av sjey flokkum javnstøðulógina

Vit skulu skunda okkum at siga, at javnstøðulógin er ikki galdandi fyri uppstilling hjá politisku flokkunum. Men kortini verða flokkarnir tiknir í størri álvara, um teir halda seg innan fyri ásetingarnar í javnstøðulógini um, at í minsta lagi 40 prosent av hvørjum kyni eigur at verða umboðað. Og tað royna í øllum førum flestu flokkar at gera.

 

Sum støðan er beint nú á listunum, sum vit hava talt saman – langt frá øll nøvn eru almannakunngjørd enn, so eru tað higartil tríggir flokkar, sum halda seg innan fyri markið í javnstøðulógini.

 

Teir eru Sjálvstýri, Tjoðveldi og Javnaðarflokkurin. Sigast skal, at á listanum hjá Sjálvstýri sum vit hava brúkt eru bara tvey valevni.

 

Flokkarnir kunnu stilla upp 43 valevni í part.

 

Listarnir, sum vit hava brúkt sum grundar eru hesir:

 

 

Kvinnuumboðan

 
 

prosent

 
 

valevni

 
 

Sjálvstýri

 
 

50

 
 

2

 
 

Tjóðveldi

 
 

46

 
 

24

 
 

Javnaðarflokkurin

 
 

40

 
 

15

 
 

Framsókn

 
 

33

 
 

6

 
 

Fólkaflokkurin

 
 

30

 
 

30

 
 

Sambandsflokkurin

 
 

18

 
 

17

 
 

Miðflokkurin

 
 

0

 
 

7