Bara trý partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni. Eitt par hevur verið á Rygginum og kemur inn at landa mánadagin. Hini bæði pørini fiska upsa. Annað parið landar helst síðst í næstu viku og hitt í aðru viku.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru á Rygginum og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar svartkalva og kongafisk undir Føroyum. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja í løtuni við bryggju.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at tríggir trolbátar eru norðan fyri og fiska tosk, hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi koma allir inn at landa landa fyrst í næstu viku.
Hinir trolbátarnir liggja við bryggju og fara helst út aftur eftir sjómannadagin.
- Vit vænta, at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa í næstu viku, og fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur, verður lagt aftrat.