Summir býir eru væl riknir, men aðrir hava minni hepna stýring. Men tað miðvísa arbeiðið, sum er gjørt seinastu árini, hevur verið ein bati, og harafturat eru flest allir býráðslimir tilvitandi um, at tað ber ikki til at læna seg úr trupulleikunum. Skuldin skal gjaldast aftur.
Hetta setir krøv um, at eitt langt sikti er í politikkinum, at hann er væl tilrættalagdur, so tað slepst undan tilvildarligum loysnum, sum verða tiknar í skundi. Harafturat mugu vit vóna, at vit sleppa undan tí vina- og kenningarpolitikki, sum er eyðkendur í summum býum. Heldur ikki í høvuðsstaðnum, har hann einaferð fekk heitið »smákorruptión í stórum stíli«!
Samanumtikið eitt frálíkt tiltak. Men. Og tað er eitt stórt men. ? Hví er neyðugt at senda 60 kommunupolitikkarar niður á tann danska kommunala háskúlan? Hevði ikki borið til at fingið nakrar lærarar til Føroya og hildið skeið á einum hotelli ella gistingarhúsi í Føroyum, sum gapa tóm á hesi ársins tíð?
Tað verður so nógv tosað um at byggja upp eina ferðavinnu. M. a. roynir ferðavinnan at fáa felagsskapir og fyritøkur at halda ráðstevnur og skeið uttan fyri háárstíð, so gistingarhúsvinnan fær størri inntøkur. Hetta er eisini eydnast í ávíst mát. Spurningurin er tí, hví kommunusamskipanin ikki heldur leggur eina hálva millión krónur í føroysku gistingarhúsvinnuna enn at leggja hana í Danmark.
Óivað hevði skeiðið eisini verið bíligari.
Vónandi er skeiðið bíligari í skattaprosentum enn kavaruddingin í Havn.