Nú valhølini lata aftur verður spennandi at síggja, hvat uppteljingin fer at vísa. Tí skulu valplakatirnar vera eitt barometur fyri, hvussu atkvøðurnar verða býttar, vinnur Tjóðveldi stórsigur í Nólsoy.
Tjóðveldi er nevniliga einasti flokkur, ið hevur gjørt sær ómak at heingja valplakatir upp har úti.
Lutfalsliga nógvar grønar plakatir eru at síggja í bygdini, í hvussu er av Klivum, har Ternan leggur at, og til valstaðið, sum er í Royndarhúsinum.
Tá vit frættu av valstaðnum klokkan 18, høvdu gott 50 fólk verið og valt, og tað er á leið tað sama, sum við seinasta val.
So nú er bara at bíða eftir, at talt verður upp, og hvussu stóran mun, valplakatirnar gera.