Fleyr vann 3-0 á ÍF.
Fyrstu tvey settini vóru sera tøtt – bara trý og fýra stig skiltu liðini. Mótbrekkan tóktist vera ov stór hjá fuglfirðingunum, sum gjørdi lítið um seg í triða settinum. Tá vann Fleyr við 25-12.
ÍF er aftast aftná tveir dystir. Fleyr spældi fyrsta dystin hesaferð.
Ternan, sum er uppflytari, tapti 1-3 á heimavølli móti Mjølnir.
TB vann 3-2 móti Drátti og SÍ vann 3-1 í Kollafirði móti KÍF.










