Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjarna Djurholm landsstýrismanni ein fyrispurning um hesa sigling.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin vil hava Bjarna Djurholm, landsstýrismann at svara, um landsstýris-maðurin tekur undir við, at strandfaraskipið Súlan røkir part av siglingini millum Gomlurætt og Hest. Eisini vil Heðin Mortensen hava at vita, um roknast kann við, at siglingin við Súluni verður ein varandi loysn, og um Súlan møguliga seinni fer at røkja hesa sigling einsamøll.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Heðin Mortensen á, at tey seinastu árini eru stórar útbyggingar gjørdar í samferðslukervið millum Streymoy, Sandoy og Hest. Nýggj ferja er bygd og broytingar eru eisini gjørdar á ferjulegurnar í Skopun, á Gomlurætt og í Hesti.
Men nú seinasta útbyggingin á ferjulegurnar er um at vera liðug, og nýggja skipið er komið, eru ætlanir frammi um at seta Súluna, (sum má metast at vera eitt ótíðarhóskandi skip) í sigling millum Gomlurætt og Hest. »Ikki kann sigast, at henda loysnin livir upp til tað, sum fólkið í Hesti hevur sæð fram til«, sigur Heðin Mortensen.
Løgtingið samtykti fyri nøkrum árum síðani at byggja Teistan til millum annað at at røkja siglingina millum Gomlurætt og Hest, og tí sigur Heðin Mortensen seg ikki duga at skilja, hví vend er komin í málið, nú ein varandi loysn annars var funnin. Heldur ikki dugir hann at síggja nakað samsvar millum hetta, og alt tosið hjá samgonguni um útjaðarapolitikk.
Heðin Mortensen hevur tí sett landsstýrismanninum hesar spurningar, í vón um, at flutningstørvurin hjá bæði sandingum og hestfólki verður samskipaður í góðum samstarvi og til gagn fyri allar partar.