?Hetta er einasti festivalur, sum eg altíð eri á.? Soleiðis tekur Jón Dahl-Jacobsen til, ið var farin ein túr á festival saman við unnustuni, Katrin Andersen. ?Sum barn var eg ein mega fjeppari av Westlife, so eg eri ótrúliga spent uppá at síggja og hoyra teir leygarkvøldið,? sigur Katrin.
?Ja, Westlife er tað einasta boybandið, sum nakrantíð hevur sagt mær nakað. So eg eri eisini spentur upp á teir. Vónandandi spæla teir betri enn Robin Gibb í fjør,? sigur Jón og skoytir uppí ?men tað kann ikki vera so ringt.?
?Eitt er Westlife. Nú hava vit júst verið og lurtað eftir Rógva Jacobsen, og hann var fantastiskur. Eg eri ótrúliga spentur uppá at hoyra meira til hann í framtíðini,? sigur Jón at enda.