Besta mansliðið hjá ÍF Føroyum var einasta lið felagsins, sum fór av vøllinum sum sigursharri farna vikuskifti.
1. lið, sum besta mansliðið hjá ÍF Føroyum verður rópt millum tey, ið spæla har, vann ein tryggan 2-0 sigur á heimavøllinum á Kløvermarkini á Amager. Mótstøðuliðið var Østerbro IF, sum var undir stórum trýsti dystin á tamb. Tað var tó ikki fyrr enn 20 minuttir fyri leiklok, at hol kom á. Sum so ofta áður var tað Páll Mohr Joensen, sum setti bóltin í kassan. Eitt lítið korter seinni var tað eitt annað kent navn í føroyskum fótbóltshøpi, ið markeraði seg. Hesaferð var tað miðvallarin Rasmus Nielsen, ið skoraði. Rasmus var eisini upphavsmaður til fyrra málið.
Sigurin merkir, at besta mansliðið hjá ÍF Føroyum er á odda í Seriu 1 við 48 stigum fyri 19 dystir. Dragør BK er í hølunum á teimum við 45 stigum, men hava ein dyst til góðar samanborið við ÍF Føroyar.
2. lið, tað vil siga næstbesta mansliðið hjá ÍF Føroyum, kom somuleiðis ósigrað av vøllinum. Eins og teir bestu gjørdu teir tvey mál, men tá mótstøðuliðið, Østerbro IF, somuleiðis gjørdi tvey mál, gjørdist talan um javnleik 2-2.
Eftir trý umfør er 2. lið hjá ÍF Føroyum framvegis ósigrað og fremst í Seriu 2 við sjey stigum. Sama stigatal hava B.93 og Bk Fix, sum tó hava verri málúrtøku.
Triðbesta mansliði hjá tapti fyri aðru ferð í ár, tá teir spældu á útivølli í móti KFUM. Talan gjørdist um greitt 3-0 tap. Hjá 3. liði er støðan tann, at teir eftir tríggjar dystir hava trý stig og liggja miðskeiðis í Seriu 3.
Eisini kvinnurnar máttu lúta, tá tær vóru á vøllinum. Hóast manningarliga omaná stóran part av dystinum taptu tær 3-2 á útivølli í móti Hvidovre. Føroysku málini gjørdu Bjørg Syderbø og Jacoba Langgaard.
Kvinnurnar hava eftir trý umfør trý stig og liggja miðskeiðis í Seriu 1.
Fakta og mynd: fotboltur.dk