Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í fleiri ár hevur talið av umsóknum til hægri lærustovnarnar vaksið støðugt, og aftur í ár er met sett. Hægri lærustovnarnir hava í ár fingið umsóknir frá 68.564 umsøkjarum, og nú er greitt, at ein stórur partur av hesum ikki sleppa inn á tað, tey søktu.
Av tí, at talið av umsøkjarum er so høgt, so trýstir tað miðaltalið, sum krevst fyri at sleppa inn, í topp. Tað er nevniliga soleiðis, at tað eru útboð og eftirspurningur, sum gera av, hvussu høgt kravda miðaltalið skal vera. Jú færri plássini eru, og jú fleiri umsóknirnar eru – jú hægri verður kravda miðaltalið.
Her er tær 20 útbúgvingarnar, sum krevja hægst miðaltal á Lærdu háskúlunum í Danmark. Miðaltalið er roknað eftir danska 7-talsstiganum.
1. Humanistisk basisstudium + journalistik + annað fak,?Roskilde Universitet?10,9??
2. Læknavísindi,?Keypmannahavns Universitet?10,8??
3. International Business,?Handelsháskúlin i Keypmannahavn?10,8??
4. Statsvísindi/Samfelagsfak,?Keypmannahavns Universitet?10,7??
5. Samfundsvísindaligt basisstudium + journalistik,?Roskilde Universitet?10,7?
6. Antropologi,?Keypmannahavns Universitet?10,6??
7. Jarðamóðir, København N,?Professionsháskúlin Metropol, University College?10,6??
8. Molekylær biomedicin,?Københavns Universitet?10,5??
9. Film- og mediuvísindi,?Keypmannahavns Universitet?10,5??
10. Sálarfrøði,?Keypmannahavns Universitet?10,5??
11. Retorik,?Keypmannahavns Universitet?10,4??
12. International Business and Politics,?Handilsháskúlin í Keypmannahavn?10,3??
13. Veterinærmedicin,?Keypmannahavns Universitet?10,1??
14. Læknavísindi,?Aarhus Universitet?10,1??
15. Litteraturvísindi,?Københavns Universitet?10??
16. Læknavísindi, Syddansk Universitet?10??
17. Jarðamóðir, Aalborg Øst?Professionshøjskolen University College Nordjylland?9,9??
18. Sosiologi,?Københavns Universitet?9,8??
19. Sálarfrøði,?Aarhus Universitet?9,8??
20. Læknavísindi,?Aalborg Universitet?9,8
-----------------------
Nógvar umsóknir - fá pláss
Hesar eru tær útbúgvingarnar, sum hava flestar umsøkjarar í mun til tal av plássum, og sum sostatt eru serliga torførar at koma inn á.
Pláss: Umsóknir:
Fotojournalist, Journalistháskúlin 16 149
Grafisk kommunikatión, Mediuháskúlin 59 416
Sniðgevi, Danmarks Designskúli 105 731
Hum. basisstudium + journalistik + annað fak, Roskilde Universitet 25 156
Portugisiskt, Keypmannahavns Universitet 3 17
Film- og mediuvísindi, Keypmannahavns Universitet 98 454
Sjónvarps- og mediutilrættislegging, Medieháskúlin 37 164
Jarðamóðir, Professionsháskúlin Metropol 69 291
Sálarfrøði, Keypmannahavns Universitet 229 906
Læknavísindi, Keypmannahavns Universitet 555 2023
Samf. basisstudium + journalistik, Roskilde Universitet 25 91
International Business, Handilsháskúlin í Keypmannahavn 130 453
Sniðgevi, Designskolen Kolding 79 274
Odontologi (tannlækni), Keypmannahavns Universitet 99 342
Psykologi, Syddansk Universitet 110 359
Ítrótt, Aarhus Universitet 50 163
Antropologi, Keypmannahavns Universitet 102 327
Læknavísindi, Aalborg Universitet 57 182
Ítrótt, Keypmannahavns Universitet 105 334
Journalist, Århus N, Journalisthøjskolen 252 766
-----------------------
Nøkur leys pláss eftir enn
Enn eru nakrir føroyingar, sum ikki hava fingið svar frá háskúlanum, teir hava søkt inn á.
Men um tú ert ein av teimum, ið hevur fingið noktandi svar og ikki sleppur inn á dreymaútbúgvingina, so eru allar súðir ikki syftar enn.
Til ber nevniliga at søkja, har pláss framvegis eru eftir. Allir teir høgu lærustovnarnir hava ein lista, har til ber at síggja tey plássini, sum framvegis eru leys at søkja. So um tú veruliga ætlar at byrja lesturin nú, so er at bera skjótt at og søkja, áðrenn eisini tey plássini rúka.
Tað kann vera ein vansi at búgva í Føroyum, serliga um tú fært noktandi svar, og tí kundi hugsað tær at søkt okkurt annað. Hjá okkum tekur tað longri tíð at fáa postin, og harvið svarið frá lærustovnunum uttanlands. Tað ger, at vit eru nakrar dagar seinni enn hini at søkja tey leysu plássini. Tí ræður um at skunda sær.