Bara spirituskoyring

Hóast fitt av fólki var á Jóansøku í gjárkvøldið, hevði løgreglan lítið og einki at gera. Ein var tikin fyri at koyra við kenning Jóansøkan byrjaði í gjárkvøldið, og fitt av fólki nýtti høvi at hugna sær á Tvøroyri. Og tað var eisini alt, tey gjørdu, sambært løgregluni.

Tað einasta, politistarnir á Tvøroyri førdu inn í døgnrapportina, var, at ein persónur var tikin fyri at koyra við kenning. So ikki kann sigast annað enn, at jóansøkugestirnir hava dugað at hildi sær í skinninum.

Men heldur ikki aðrastaðni í landinum hava verið tilburðir, sum løgreglan hevur noyðst at tiki sær av. Uttan at ein annar persónur varð tikin fyri at koyra við kenning. Hetta hendi í Vágunum seint í gjárkvøldið.