Tað sær ikki serliga gott út á NSÍ-miðvøllinum, har Haraldur R. Højgaard er langtíðarskaddur og Hákun Edmundsson situr uttanfyri vegna ósemju við felagið, men nú bendir alt á, at NSÍ hóast alt fær styrk til miðvøllin.
Talan er um Nicolaj Køhlert, sum hevur verið og royndarvant við NSÍ, men sum fór aftur til Danmarkar og Silkeborg IF meðan samráðingarnar ímillum feløgini hildu fram. Nú er semja fingin í lag, og talan gerst helst um leigusáttmála.
23 ára gamli Nicolaj Køhlert, sum áður hevur spælt ungdómsfótbólt við Liverpool, er komin til landið seinnapartin, og NSÍ-formaðurin, Sonni L. Petersen, váttar í kvøld fyri in.fo, at tað nú bara eru smálutir eftir áðrenn sáttmáli verður undirskrivaður.