Skaðastovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði nógvar vitjanir undir Summarfestivalinum. Sjúkrabilarnir koyrdu stútt millum festivaløkið og sjúkrahúsið.
Men eingin álvarsligur skaði hendi.
Fyri mesta vóru tað fólk, sum høvdu skorið seg ella vóru dottin, og nøkur beinbrot vóru.
Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sigur, at eingin skaði var so mikið álvarsligur, at neyðugt var at senda sjúklingin á Landssjúkrahusið ella víðari.
Ein sjúklingur varð sendur til skanningar á Landssjúkrahúsinum, men viðkomandi bagdi einki álvarsligt.
- Nakrar styttri innleggingar vóru, og bara ein við beinbroti liggur enn, tí hann skal undir skurð í morgin, sigur Jákup Petersen.