Bara sjeyndi hvør føroyingur brúkar solarium

Í eini nýggjari gallupkanning er greið ábending um, at føroyingar fara nógv minni solarium nú, enn fyri trimum árum síðani. Gallupkanning gjørd í september 2010 er greið ábending um, at føroyingar fara nógv minni solarium nú, enn fyri trimum árum síðani.

Í 2007 tók meiri enn 5. hvør føroyingur sól, meðan talið nú er minkað niður í á leið 7. hvønn, tað vil siga úr 18 niður í 13%, sigur Krabbameinsfelagið.

- Fyri góðum ári síðani flokkaði heimsheilsufelagsskapurin WHO nýtslu av solarium í sama vandabólk sum millum annað tubbaksroyking og asbest. Seinastu árini hava fleiri lond samtykt at seta aldursmark á 18 ár fyri nýtslu av solarium og fleiri lond umhugsa tað sama arbeiða.

Eisini fitnessstøðir og enntá onkur fitness-keta hava av sínum eintingum tikið avleiðingina av boðskapinum hjá WHO, og bjóða ikki longur sínum brúkarum solariuviðgerð.

Eins og onnur krabbameinsfeløg mælir føroyska krabbameinsfelagið til 18 ára aldursmark, og at solariu skulu verða mannað, fyri at halda hetta forboð.

Hetta tí at tað er prógvað, at nýtsla av solarium økir munandi um vandan fyri húðkrabbameini og lívshættisligum móðurmerkjakrabbameini. Húðin verður ávirkað av skaðiligu ultraviolettu strálunum, sum er í sól og solarium. Talið av tilburðum av báðum sløgum hava verið nógv vaksandi seinastu árini, serstakliga millum ungar kvinnur, sum eru tær, ið eru sum ganga mest í solarium.

Tí fegnast Krabbameinsfelagið um, at nýggj kanningin vísur, at bólkurin av teim 15-24 ára gomlu, ið brúka solarium, er farin meiri enn niður í helvt enn, ella úr 47% niður í 21%.