Viðareiði: Tríggir listar vóru stillaðir upp, og allir fingu umboð í bygdaráðið.
Á lista A, sum fekk flestar atkvøður, vóru valdir Kári Kallsberg og Hans Jákup Kallsberg.
Á lista B, sum var listin hjá borgarstjóranum Jógvani Nybo, vóru tvey umboð vald ? Árni Absalonsen og Jógvan Nybo. Merkisvert var tað, at borgarstjórin misti fitt av atkvøðum á hesum valinum, men hann varð valdur væl og virðiliga fyri tað.
Á lista C var eitt umboð valt, og tað var royndi politikarin Mamy Dahl Sørensen, sum áður hevur sitið í bygdaráðnum á Viðareiði.
Nýggja bygdaráðið á Viðareiði hevur ikki skipað seg enn, og tað tykist ikki verða greit, um Jógvan Nybo heldur fram sum borgarstjóri ella um eitt av hinum fýra fólkunum skulu taka við.