Leygarkvøldið verður aftur skipað fyri konsert í Tøting í Gøtu, tá tríggir lutfalsliga ungir bólka trína á pall.
Teir tríggir bólkarnir, ið høvi verður at hoyra eru:
Punjab:
Ein rímiliga nýggjur bólkur úr høvuðsstaðnum, sum júst eru útkomnir við teirra fyrstu útgávu, ið nevnist "The Flying Elephant". Seks ungir mans, ið eru sera dugnaligir tónleikarar mynda bólkin. Punjab spæla nakað teir sjálvir kalla blues-kendan alternativan funk-rokk, ið hevur eitt lætt og lívsjáttandi huglag, sum gerð at áhoyrarin fær hug at rista rumpu og herðar í berari ovfarakáti, til teirra orkufulla tónleik. Hetta er ein bólkur, ið skal upplivast frá palli, tí har meistra teir nakað heilt serligt.
Danny & The Veetos:
Bólkurin úr Klaksvík sá dagsins ljós í 2013. Sjálvir vilja teir verða við, at teirra tónleikastílur kann bólkast sum electro/folk/pop. Vanliga telur bólkurin heili 7 tónleikarar, men á konsertini í Tøting, fáa vit eina øðrvísi útgávu av Danny & The Veetos, ið er meira unplugged. Teir hava enn teirra fyrstu útgávu tilgóðar, men eru væl ávegis við eini valaframleiðslu, ið væl kann koma at rúnabinda føroyingin. Í hesum døgum hitta teir við lagnum "Sunnukvøld í mai", ið er vorðin ein landaplága.
Bára Silvansdóttir:
Bára er ung kvinna úr Kollafirði, sum hevur gjørt vart við seg seinasta ári. Tað hevur hon gjørt við fleiri løgum, ið hava verið nógv at hoyrt í heimligu loftmiðlunum, nevnast kunna løg sum "Renna Undan", "Hugsar Um Meg" og "Mítt Sólarljós".









