Bara nummarplátur á skránni hjá løgregluni

Í nátt hevur løgreglan aftur verið út og klipt nummarplátur

 

Á politistøðini eru tey enn ikki komin gjøgnum listan við teimum, sum annaðhvørt hava gloymt at goldið vegskatt ella trygging – og sum tí standa til at missa nummarpláturnar.

Tað einasta, sum skrivað stendur í døgnrapportini hjá løgregluni fyri seinasta samdøgrið, er um nummarplátur. Í høvuðsstaðarøkinum hava tey tikið nummarplátur av 13 akførum, í Eysturoynni og Borðoynni av 23 akførum.

– So tað verða helst aftur nakrir bilsnir bilførar, sum fara at ringja í morgun og siga, at tey hava goldið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hann sigur, at tey prenta listan út hvørja nátt, sum tey hava fingið frá Aktstovuni, sum umsitur skráseting av akførum og harvið eisini nummarplátur.