Fyrrapartin í dag fer fótbóltslandsliðið á sína fyrstu uttanlanda ferð í ár. Teir lætta úr Vágum klokkan ellivu, og tað ganga meiri enn tólv tímar, áðrenn teir verða komnir upp á pláss í Cadiz. Steðgað verður í ein góðan tíma í Keypmannahavn, og í Madrid verður steðgað fýra tímar, áðrenn síðsti teinurin í flúgvara verður flogin til Sevilla. Henda teinin tekur tað 55 minuttir at flúgva.
Landsliðið lendir í Sevilla klokkan 22.40, og tað verður miðnátt og meiri enn tað, áðrenn teir nítjan spælararnir og hini fimm í ferðalagnum kunnu krúpa undir fjarðarnar á gistingarhúsinum í Cadiz.
Uni út og Símun
og Djóni inn
Ferðalagið er umleið tað, sum vit nevndu í síðstu viku, men onkrar smávegis broytingar eru gjørdar.
Í síðstu viku var spælaratalið átjan, men nú er tað nítjan. Uni Arge, sum í løtuni er á journalistskúlanum í Aarhus, hevur givið avboð. Tað ber honum ikki til at fáa frí frá skúlanum, verður orsøkin søgd at vera.
Allan Simonsen vildi hava nítjan spælarar við til Spania. At hann í fyrstu atløgu hevði átjan á listanum mundi ivaleyst komast av, at hann vónaði at fáa Óla Johannesen við, men tað eydnaðist ikki.
Nýggir í ferðalagnum eru Djóni N. Joensen úr B36 og Símun Eliasen úr Aarhus Fremad, sum vit í síðstu viku søgdu stóð á bíðilista.
Níggju av føstu manningini mangla
Tað kemur næstan ikki fyri, at landsliðið hevur somu manning í tveimum dystum á rað. Tær 51 ferðirnar, sum landsliðið síðani 1988 hevur spælt móti øðrum FIFA limalondum, er tað bara eina ferð komið fyri, at teir somu ellivu tvær ferðir upp í slag hava verið á vøllinum frá frysta bríksli . Hetta kom fyri á heysti í 1990, tá Føroyar fyrst vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona og so taptu 4-1 móti Danmark í Keypmannahavn.
Men hóast tað eru broytingar so at siga hvørja ferð, so eru tær ofta fáar og smáar, og tað er rættuliga eyðsýnt, hvørjir so at siga hoyra til føstu manningina.
Spælararnir, sum í dag fara til Spania, eru hesir: Jens Martin Knudsen, Bjarni Johansen, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Poul Ennigarð, Øssur Hansen, Heðin á Lakjuni, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Petersen, Hans Fróði Hansen, Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Bartal Eliasen, Jens Erik Rasmussen, Jan Allan Müller, Djóni N. Joensen og Símun Eliasen.
Føroyar skulu fyrst í juni spæla fyrstu ferð í EM undankappingini. Tann dysturin verður í Estlandi, og venjingarlegan í Spania má metast sum fyrsta stigið í fyrireikingunum til henda dystin og til undankappingar dystirnar, sum sambært skránna skulu spælast í summar og í heyst.
Ein nærliggjandi spurningur er tí, hvussu liðið man fara at síggja út í summar, og um tað nú ber til at spæla tað liðið saman, sum um nakrar mánaðar skal umboða Føroyar.
Ofta gongur tað skjótt við broytingum í fótbóltsheiminum. Onkur spælari, sum hevur verið álit, verður kanska skaddur, onkuntíð vísir tað seg, at onkur spælari hevur ilt við at halda støðið, sum hann áður hevur víst, og tíbetur vísir tað seg eisini, at ungir spælarar mennast og trýsta onkrar aðrar av liðnum.
Hetta er ein veruleiki, men tað er eisini ein veruleiki, at Allan Simonsen hevur hildið ógvuliga fast um tann bulin, sum hann í fýra ár hevur roynt at samanspælt til eina eind.
Við hesum í huga og uttan at ganga nøkrum ov nær, so loyva vit okkum at sláa fast, at í mesta lagi níggju av teimum fyrst valdu hjá venjaranum eru við á ferðini í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, John Petersen, Allan Mørkøre og Jan Allan Müller.
Hinir tíggju ella tann størri parturin av ferðalagnum í Spania, mugu metast sum skiftisspælarar. Summir teirra, t.d. Jens Erik Rasmussen og Sámal Joensen, mugu metast at vera tætt at liðnum, meðan aðrir, t.d. Hans Fróði Hansen, Poul Ennigarð og Heðin á Lakjuni mugu metast at vera framtíðar spælarar, sum á venjingarleguni skulu sannføra venjaran um, at hann eigur at taka teir við, tá hópurin skal veljast til EM undankappingar dystirnar.
Íløgan og úrtøkan
Við omanfyri standandi veruleika í huganum er spurningurin ikki langt burtur, um ein venjingarlega av hesum slagnum er til nakra nyttu ella um tað er nakað samsvar millum íløguna og úrtøkuna.
FSF rindar spælarunum dagpening, meðan teir eru burtur, men annars fer einki úr kassanum hjá Fótbóltssambandinum. Venjingarlegan er ein liður í avtaluni millum FSF og UFA, sum á hvørjum ári í sambandi við venjingarleguna rindar ferðina og uppihaldið.
At tað ikki ber til at samanspæla eitt lið er sera spell. Hetta er einasta ferðin á árinum, at venjarin hevur spælararnar undir hond í tíggju samanhangandi dagar, har tað ber til at venja fleiri ferðir um dagin, at tosa um viðurskiftini og at royna tað í dystum, sum verður vant.
Men hetta eru altso treytirnar. At Todi, Jákup og Julian heldur vilja venja við sínum feløgum er væl skiljandi, og at Jan Dam og Óli Johannesen ikki kunnu fara við, er sera spell.
Men uttan mun til hvør er við og hvør ikki er við, so ber tað altíð til at dvølja við spurningin, um tað fæst burtur úr venjingarleguni, sum tað ber til at fáa burturúr.
Venjarin hevur valt sínar spælarar, og tað er bara hann, sum hevur tað avgerðina. Men onkuntíð ivast tú í, hvat tað eru fyri grundgevingar, sum búgva aftanfyri valini. Onkrir spælarar, sum eru valdir, hava eftir øllum at døma ikki nakra framtíð á landsliðnum, og í teimum førunum hevði tað verið nógv skilabetri at tikið onkrar ungar menn við, sum um tvey ella trý ár fara at pikka upp á landsliðsdyrnar. Fyri teir hevði tað verið áhugavert at sæð, hvussu tað gongur fyri seg, tá landsliðið er burturi í øðrum londum og venur, og fyri venjaran og framtíðar liðið hevði tað verið gagnligt.
Dystirnir
Á ferðini í Spania skal landsliðið spæla fýra dystir. Mótstøðan verður ivaleysa stór, men í ongum førinum verður talan um rættuligar landsdystir.
Fyrsti dysturin verður móti gamla venjaranum hjá Allani Simonsen, Sepp Piontek, og hansara besta liði úr Silkeborg. Danska superliguliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Spania, og teir skulu spæla móti Føroyum sunnudagin klokkan 15.30.
Annar dysturin verður móti Rostelmash, sum er úr russisku 1. deildini. Tann dysturin verður týsdagin í komandi viku klokkan 15.30.
Triðji dysturin verður hósdagin í komandi viku. Hann verður móti Club San Fernando úr Spania, og hann verður spældur klokkan 18.
Tað hevur verið upp á tal, at landsliðið eisini skuldi spæla móti Aarhus Fremad, felagnum hjá Símuni Eliasen, sum er á venjingarlegu í Spania, men tá vit seinnapartin í gjár vóru í sambandi við skrivstovuna hjá FSF var ikki greitt, nær hesin dysturin verður spældur. jh